
Tekniseriusamrøður og Sosialar søgur
Tekniseriusamrøður er eitt visuelt pedagogiskt amboð, sum kann stuðla mentaliseringsevnini hjá børnum og ungum við serligum tørvi t.d. autismu. Tekniseriusamrøðan verður gjørd við einklum symbolum og tekningum.
Tekniseriu samtalur hjálpir barninum/tí unga at skilja hví onnur gera ella siga sum tey gera, samstundis hjálpir tað teimum at seta orð á egnar kenslur.
Tekniseriu samtalan kann hjálpa barninum/tí unga betur at skilja sosialar støður.
Ein sosial søga er ein stutt søga sum samlar vitan um ítøkiligar støður, sum kunnu koma í , í gerandisdegnum. Støður sum kunnu vera ringar hjá barninum/tí unga at handfara. Søgurnar eru skrivligar og kunnu stuðlast við myndum.
Tann sosiala søgan skal geva barninum/tí unga við autismu forstáilsi fyri ætlanum, tankum og handlingum hjá øðrum. Tann sosiala søgan kann geva nýggj perspektiv og handlimøguleikar í sosialum støðum.
Ofta er snilt at gera eina tekniseriu samrøðu áðrenn man skrivar eina sosiala søgu.
Á skeiðnum fáa tit vitan um hvussu man skrivar eina sosiala søgu og hvussu man brúkar og uppbyggir eina tekniseriu samrøðu.