Ráðgeving
Eg veitii ráðgeving til ung, vaksin, avvarandi og stovnar, so sum barnagarðar, skúlar, arbeiðspláss o.o.
Tú ert vælkomin at koma til ráðgeving í mínum viðtaluhølið, men eg kann eisini koma heim til tín. Óansæð hvat tú velur er prísurin tann sami, men eg leggji koyring aftrat, um tú býrt uttanfyri Havnina, sí príslista.
Ráðgeving til ung/vaksin
Eg kann bjóða sjálvsinnlitisskeið til normaltgávaði( IQ frá 85) ung og vaksin. Eitt sjálvsinnlitisskeið inniheldur vanliga 5 -7 samtalur á 1,5,tíma, men hetta verður laga til tann einstaka.
Møguleiki er eisini at fáa samrøður og hjálp til at skipa eitt nú gerandisdagin, útbúgving og arbeiði. Send mær ein teldurpost við upplýsningum, um hvat tú hevur brúk fyri hjálp til.
Ráðgeving til avvarðandi
Tá man er avvarðandi at einum við autismu, kunnu ivamál ofta stinga sig upp í mun til hvussu man skal vera um persónin.
Eg kann bjóða vegleiðingt í hvussu tit best kunnu stuðla persóninum við autismu. M.a. kann eg geva vitan um autismu og hvussu autisman ávirkar persónin. Eisini veiti eg ráðgeving um hvussu tit kunnu stuðla og skipa dagin best møguligt so persónurin blívur so sjálvstøðugur sum møguligt.
Ráðgeving til stovnar/fakfólk
Eg havi ymisk skeið og fyrilestrar til stovnar og fakfólk. Sí skeið/fyrilestrar.
Ráðgeving til arbeiðspláss
Hava tit ein ungan/vaksnan við autismu í arbeiði hjá tykkum er møguleiki fyri at fáa ráðgeving ímun til hvussu tit best kunnu skipað arbeiði, so tann ungi/vaksni megnar at møta til arbeiðis og kemur at trívast.