Um Meg
Autismuráðgeving er eitt virki, sum veitir ráðgeving og undirvísing innan autismu.
Eg eri útbúgvin námsfrøðingur í 2006, og havi arbeitt við fólki við autismu síðan 2004.
Eftir lokna útbúgving fekk eg arbeiði í serstovu í dagstovninum í Øksnagerði. Børnini á serstovuni høvdu kontakt- og samskiftistrupulleikar, tey flestu autismu.
Í september 2015 byrjaði eg sum autismuráðgevi í Almannaverkinum, har høvuðsuppgávan var at ráðgeva foreldrum at børnum í aldrinum 0 – 18 ár innan autismu. Uppgávan var eisini at undirvísa foreldrum í autismu. Afturat hesi uppgávu undirvísti og ráðgav eg eisini stovnum hjá Almannaverkinum innan autismu. Eg hevði eisini einstakar uppgávur at práta við vaksin yvir 18 ár um autismu, og ráðgav eisini onkrum arbeiðsplássi.
Fra 2010 – 2012 tók eg útbúgving innan autismu, sum Center for autismu skipaði fyri. Hendan útbúgvning var málrætta at kunna undirvísa og ráðgeva innan autismu.Frá 2020 – 2021 tók eg autismu-specialisering sum fyritøkan Molis skipaði fyri.
Í oktober 2022 bleiv eg liðug við grundútbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi hjá Kristian Eli Andersen og í juni 2024 var eg liðug við yvirbygnaðin sum kognitivur sálarheilsuráðgevi.
Afturat hesum havi eg við tíðini tikið ymisk skeið, fyri at halda meg dagførda innan autismu.
Í 2024/25 tók eg útbúgving innan autismu og trauma og belastningstilstandir.
Í september 2025 var eg á skeið í traumaloysandi ljósterapi.
Útbúgvingar og skeið
2004-2012
2004- 2006 Arbeiddi á sambýli har vaksnir menn við autismu búðu
2006- Útbúgvin námsfrøðingur
2006- 2013 Arbeiddi sum námsfrøðingur á serstovu fyri børn við autismu
2013 – 2014 Leiðari á Dagstovninum í Øksnagerði
2010-2012 útbúgvin ráðgevi innan autismu ígjøgnum center for autisme
2012-2020
2015- 2023 Autismuráðgevi í Almannaverkinum
2020-2021 Autismuspecialisering frá Molis
2020-2025
2022- Grundútbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi hjá Kristian Eli Andersen
2024- Liðug við yvirbygnaðin sum kognitivur sálarheilsuráðgevi
2024 Byrjði sum sjálvstøðug autismuráðgevi
2024/25 Útbúgvin innan autismu og trauma og belastningstilstandir ,Psykologisk
ressource Center
2025– Skeið í traumaloysandi ljósterapi og Cupping
