Autisme viden

Autisma 

Autisma er eitt viðføtt menningarórógv sum 1 % av fólkinum hava. Autisman er ógvuliga breið, hon spennir heilt frá teimum djúpt menningartarnaðu til tey høgt intelligentu. Í flestu førum sært tú ikki á einum menniskja, at tað hevur autismu. Hesi menniskju eru fødd við einum øðrvísi heila, sum arbeiðir øðrvísi enn ein neurotypiskur heili (tann mest vanligi heilin). Vit kunnu siga at teirra heili hevur eitt annað stýrisystem.

Autisma er ikki ein sálarsjúka, men menniskju við autismu eru í øktum vanda fyri at fáa fylgisjúkur. Menniskju við autismu eru í størri vanda fyri at fáa strongd, angist, tunglyndi o.s.fr. Sum m.a. skyldast at tey eru overvað og mistrívast.

Eisini hava fleiri komorbiditet, t.v.s. at ein persónur hevur 2 ella fleiri diagnosur. 70% av menniskjum við autismu hava 1 ella fleiri diagnosur afturat, tann mest vanliga er ADHD. 

Fyri at fáa eina autismudiagnosu sambart ICD 10, sum vit higartil hava brúkt, skal man hava eyðkenni innan 3 øki. Hesi eru:

Órógv í sosiala samspælinum 

(t.d. hvussu skal man vera saman við øðrum, spæla við onnur, hvussu tekur man initiativ til vinarlag, hvussu røkir man og varðveitir vinarløg. 

Smábørn við autismu spæla nógv paralell spæl, kunnu gott vera í sama rúmi sum onnur, men spæla hvør sítt spæl. Nógv klára væl ein til ein samspæl, men blíva tað fleiri verður tað trupult.

Børn við autismu spæla ofta við antin eldri ella yngri børn, tí tá eru rollurnar meira týðiligar í mun til hvør tað er sum ræður, og hvør bara skal fylgja við. Børn við autismu megna eisini betri at vera saman við vaksnum).

Órógv í sosiala samskiftinum 

(bæði verbalt og nonverbalt, í mun til tað talaða orðið, andlits mimikk, tónalag, kropsmál, tey eru autentisk og tú fært sannleikan at vita)

Endurtakandi atburður 

(nakað man ger aftur og aftur, alt frá at man vil sita á tí sama stólinum, hava tær somu rutinurnar o.s.fr. til seráhugamál, t.d. planetir, Star Wars, 2. Veraldarbardagi og tokætlanir. At vilja spæla við tey somu tingini og tosa um tey somu tingini).

Enn fáa menniskju staðfest ymiskar diagnosur innan autismu, t.d. Aspergers syndrom F845, Infantila autismu F840, Atypiska autismu F841, GUU (gennemgribende udviklingsforstyrrelse uspecifiseret) F849 GUA (gennemgribende udviklingsforstyrrelse anden) F848.

Óansæð hvørja diagnosu hesi menniskju fáa, hava tey grundleggjandi tær somu avbjóðingarnar í størri ella minni mun.

Tað nýggja diagnosusystemið ICD 11 hevur verið leingi ávegis og verður tað vónandi ikki alt ov leingi, áðrenn hetta kemur í gildi. Í ICD 11 fer man at flokka allar diagnosurnar frá ICD10 undir eina diagnosu, Autismuspektrum Órógv 6A02.

Umframt at samla diagnosurnar undir eina høvuðs kategori (ASÓ 6A02) fer man eisini at arbeiða við undir kategorium.

Í ICD 11 vera eyðkennini órógv í sosiala samspælinum og órógv í sosiala samskiftinum løgd saman, hetta gevur góða meining, tá tað er ringt at vera sosialur uttan at samskifta, og ringt at samskifta uttan at vera sosialur.

T.v.s. at man skal uppfylla eyðkenni á 2 økjum:

  • Órógv í sosiala samspælinum og sosiala samskiftinum
  • Avmarkað áhugamál og endurtakandi atburð

Uppfyllir persónurin hetta, verður hann mettur á 2 parametrum afturat:

  • Intellektuellar førleikar (við ella uttan menningarbrek) og
  • Samskiftis førleikar (stig av funktionellum máli)

    Sansaórógv kemur eisini inn sum eitt eyðkenni, tí man hevur sæð, at hetta er tað sum órógvar allarmest hjá  flestu menniskjum við autismu. 

    ICD-11 fevnir eisini um mistar førleikar, sum eitt karaktertrek sum kann verða talt við í diagnostiseringini av ASÓ.

    Menniskju við autismu kunnu gott liva eitt gott lív. Avbjóðingar og mistrivnaður uppstendur ofta, tí at tey ikki verða skilt, ella eru í einum umhvørvi, sum ikki tekur atlit til teirra tørv. 

    Um vit læra okkum at skilja tey, og geva teimum tann stuðulin tey hava brúk fyri, kunnu tey liva eitt ríkt og meiningsfult lív.