Autisma Kynsidentitet og seksualitetur

Menniskju við autismu kunnu vera avbjóðaði ímun til at kunna merkja, skilja og
ítaluseta sínar egnu tankar og tankar hjá øðrum, tørv og signalir um intimitet, sex og
seksualitet og kynsidentitet, Hetta kann føra til misskiljingar, fejltulkingar og at fari
verður yvirum mørk hjá øðrum og hjá sær sjálvum.


Vit skulu vera tilvitað um hvussu vit agera í samtalum og samstarvið við menniskju
við autismu sum uppliva iva, ella avbjóðingar ímun til seksualitet og tað kensluliga
øki. Gransking vísir at menniskju við autismu ella ADHD eru yvir umboðaði í mun til
spurningin um kynsidentitet og seksualitet.


Tá man hevur autismu, kann tað vera ein rúgva av vitan sum man ikki fær við, tí tá
man typiskt hevur seksualundirvísing í skúlanum, eru tey ikki komin har til, ella tað
ikki gevur meining fyri tey.
Ung við autismu eru ofta seinkaði í teirri kensluligu menning. Tí gloymir umhvørvið
ofta, at tann kroppsliga og hormonella menningin er aldursvarandi. Tey merkja ein
hug samstundis sum javnaldrarnir, men skilja ofta ikki hvat tað er og kunnu tí
undirtrykkja tað. Ofta tosa vit eisini undirskilt um seksualitet og tá man hevur
autismu skilur man tað ikki. Nógv ung við autismu uppliva at tey ikki eru sama stað
sum teirra javnaldrar í tannárunum.


Um man hevur torført við broytingar, so kunnu tannárini vera ein serlig trupul tíð, tí
har henda so nógvar broytingar kroppsliga, hormonelt, identitetur, relatiónir og
sosialt.

Á skeiðnum koma vit inná hvat er øðrvísi ímun til kynsidentitet og seksualitet tá man
hevur autismu/ADHD og hvussu vit stuðla teimum ungu best møguligt.