Samband

Um Meg

Autismuráðgeving er eitt virki, sum veitir ráðgeving og undirvísing innan autismu.
Eg eri útbúgvin námsfrøðingur í 2006,  og havi arbeitt við fólki við autismu síðan 2004.
Eftir lokna útbúgving fekk eg arbeiði í serstovu í dagstovninum í Øksnagerði. Børnini á serstovuni høvdu kontakt- og samskiftistrupulleikar, tey flestu autismu.

Í september 2015 byrjaði eg sum autismuráðgevi í Almannaverkinum, har høvuðsuppgávan var at ráðgeva foreldrum at børnum í aldrinum 0 – 18 ár innan autismu. Uppgávan var eisini at undirvísa foreldrum í autismu. Afturat hesi uppgávu undirvísti og ráðgav eg eisini stovnum hjá Almannaverkinum innan autismu. Eg hevði eisini einstakar uppgávur at práta við vaksin yvir 18 ár um autismu, og ráðgav eisini onkrum arbeiðsplássi. 

Fra 2010 – 2012 tók eg útbúgving innan autismu, sum Center for autismu skipaði fyri. Hendan útbúgvning var málrætta at kunna undirvísa og ráðgeva innan autismu.Frá 2020 – 2021 tók eg autismu-specialisering sum fyritøkan Molis skipaði fyri.

Í oktober 2022 bleiv eg liðug við grundútbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi hjá Kristian Eli Andersen og í juni 2024 var eg liðug við yvirbygnaðin sum kognitivur sálarheilsuráðgevi.

Afturat hesum havi eg við tíðini tikið ymisk skeið, fyri at halda meg dagførda innan autismu.