

Sjálvsinnlitisskeið til ung og vaksin 16 +
Um tú sum borgari við autismu hevur brúk fyri at skilja tína autismu, er hetta kanska akkurát tú.
Skeiðið er sum útgangspunkt 6 – 9 samrøður á 1 tíma. Skeiði verður laga til tørvin hjá tí einstaka.
Samtalurnar taka útgangsstøði í tilfarinum LET’S VISUALISERE- MIN AUTISME. Út frá myndilnum í samtalumappuni finna vit saman út af hvussu autisman sær út hjá tær, tað kann t.d. vera hvussu sansirnir, samskifti, og sosial samvera ávirkar teg.
Eisini færst tú hugskot til amboð tú kanst brúka í gerandisdegnum, fyri at eitt nú sleppa undan strongd.
Tað kann vera snilt, at hava onkran avvarðandi við til skeiði, t.d. foreldur, stuðul ella onkran tú ert tryggur við.
Samtalurnar kunnu vera í hølinum hjá mær, ella heima hjá tær. Um samtalurnar skulu vera heima hjá tær kemur koyring aftrat prísinum, um tú býrt uttanfyri Havnina,
Eftir skeiðið fært tú eina mappu við tilfarinum, sum vit saman hava fylt út undir skeiðnum. Eisini færst tú eitt A3 ark við tíni autismuvangamynd
Um ynskiligt kunnu vit hava eina endaliga samtalu, har eitt nú foreldur, skúli, arbeiðspláss o.o. luttaka, soleiðis at tey fáa innlit í hvussu autisman ávirkar teg.
Motivatiónin hjá tær er ein treyt fyri at fáa nakað burturúr skeiðnum.