Autisma og skermur

Seinastu 10 – 15 árini er skermur vorðin ein natturligut partur af gerandisdegnum hjá børnum. Gransking vísir at brúk av skermi av øllum slag og teir sosialu miðlarnir hava størri avleiðingar enn tey flestu av okkum geva okkum far um.. Tað hevur m.a. avleiðingar bæði sosialt, kognitivt, kroppsliga og sálarliga.

Um man er nógv í skermi, verður tað sosiala samspælið við onnur menniskju verri, herundir kemur eisini at føla empati við øðrum. Grundin er at skermur stimbrar ikki tey økini í heilanum sum hevur við sosialar førleikar at gera.

Kognitivt síggja vit at børnini missa førleikan at hugsavna seg og førleikan til nærveru, og tað verður verri at innlæra. Skermur er dragandi og hetta kemst av at vit fáa nógv av belønnings signalstoffinum dopamin, sum vit ikki fáa í líka stórum mongdum nakra aðra staðni frá. Dopamin er avgerandi fyri hvat vit velja at gera, altso okkara atferð. Dopamin kann samanlíknast við eina stóra skál av góðgæti.

Kroppsliga vísir gransking at skermur hevur stóra ávirkan á svøvnin. Skermur kann føra til svøvnórógv, tí tað bláa ljósið frá skerminum tarnar svøvnhormoninum melatonin, sum skal hjálpa okkum at sovna, samstundis sum dopamin fiksi áðrenn songartíð ger, at tað er ringt at fáa pulsin niður aftur.

Sálarliga vísir gransking at okkara førleikar til impulskontrol verður niðursett og vandin fyri lágum sjálvsvirðið er størri.

Hvussu kunnu vit finna javnvágina í hesum? Tí samstundis mugu vit eisini viðurkenna at skermurin eisini hevur nógvar fyrimunir og akkurát fyri børn/ung og vaksin við autismu eitt ómissandi hjálpitól. Skermurin er samstundis gjørdur soleiðis at hann passar ótrúliga væl til autismuheilan, hann er logiskur, forútsigiligur, tryggur og rationellur og nógv annað. Tað er m.a. nakað av tí eg komi inn á á skeiðnum.

Nógv við autismu hava áhugamál  sum innibera skerm, tey finna ofta frið og tryggleika í skerminum og kenslan af at duga okkurt væl.

Skermurin kann t.d. eisini hjálpa við teimum motorisku avbjóðingunum t.d. at skriva á skerm í staðin fyri í hondini. Somuleiðis kunnu tey finna ein felagsskap í tí virutuellu verðini, har spælireglarnir eru týðiligir.

  Á skeiðnum fáa tit ítøkiliga og praktiske vitan um hvussu heilin fungerer og hvussu skermur ávirkar heilan. Tit fáa eisini hugskot til amboð, tit kunnu brúka ímun til skerm.