

Autisma og Svøvnur
Hví hava eitt skeið um autismu og svøvn?
Kanningar hava víst at upp ímóti 86% av øllum sum hava eina diagnosu innan autismuspektri hava svøvn trupulleikar. Svøvnur hevur stóran týdning fyri okkum menniskju ímun til menning og trivna.
Á hesum skeiðnum koma vit inn á vitan um svøvn, hvussu sá svøvnur út í einum Evolutións perpektivi og hvat vísa nýggjastu kanningar viðvíkjandi hesum er nakað broytt? Hvat er tað sum stýrir svøvninum og hvat er neurobilogiin aftanfyri svøvnin. Tey seinastu 10-15 árini er nógv komið fram um hví tað er gott at sova. Hvat er tað egentliga sum hendir í heilanum tá vit sova og hvussu nógv eiga vit at sova og hvat ger tað við okkara heila um vit hava trupult við at sova.
Vit vita at tað sosiala samspæli og samskifti er ein av tjarnu trupulleikunum hjá menniskjum við autismu og vísir tað seg at blíva upp aftur torførari um tey sova ov lítið, ofta vera tey eisini uppaftur meira fastlæst og summi vera meira útatreagerandi og summi hava meira innatreagerandi atburð.
Á skeiðnum fáa tit amboð til hvussu tit kunnu arbeiða við svøvni uppá sigt. Svøvntrupulleikar er ikki nakað man loysir eftir einum degi. man veit at tað tekur umleið 2 mðr. at fáa eina nýggja svøvnrútmu. Eg komið eisini inná hvørji amboð tit kunnu royna ímun til svøvn og hvussu tit kunnu innrætta kamari.