Sansaórógv

Sansirnir hjá okkum er okkara samband til Umverðina. Okkara sjón, horn og okkara følisansur hjálpir okkum at interagera við umverðina. Vit menna okkum og menna førleikar til at merkja, síggja, smakka, lukta og lurta eftir verðini.

Tað er ein grundleggjandi fyritreyt, at vit skulu kunna líta á okkara sansir. Hetta verður týðiligt tá vit møta menniskjum sum ikki ordiliga kunnu líta á sínar sansir, tey sansa øðrvísi enn onnur. Tey uppliva at tey ikki kunnu stóla uppá sínar sansir.

Á hesum skeiðið koma vit inná hvussu sansaskipanin hjá menniskjum við autismu er øðrvísi m.a. kunnu tey vera hyposensetiv ella hypersensetiv, ella bæði.

Á skeiðnum verður lýst, hví tað t.d. kann vera torført hjá menniskjuim við autismu at eta saman við øðrum, hví tað kann vera torførst at fara í bað, busta tenn, at tola ymisk klæðir osv. Í hesum sambandi komi eg inná habutuering(tilvenjing) og niðursett filtrering.

Vit koma inná hvat tað er sum er øðrvísi í heilanum hjá hesum menniskjum,  so tit betur kunnu skilja, hví vit mugu taka serlig atlit til sansirnar hjá teimum.

Hvussu nógv sansirnir hjá menniskjum við autismu eru ávirkaðir hongur ofta tætt saman við hvussu strongd tey eru.

Á skeiðnum fáa tit eisini innlit í hvørji amboð tit kunnu brúka ímun til sansaórógv.