Skipað námsfrøði

Endamálið við skipað námsfrøði er at skapa tryggleika ígjøgnum forútsigiligheit og at kenna aftur hjá tí einstakað barninum/unga ella vaksna, soleiðis at tað verður lættari at luttaka í gerandis aktivitetum. Innan autismu økið í Føroyum hava vit verið inspirera av TEACCH. (Treatment and Education of Autistic and related communication Handicappet Children) Hendan námsfrøðin er ment serliga til menniskju við autismu. Meginreglan er altíð at takað útgangsstøði í tørvinum og førleikunum hjá tí einstaka. Hví skulu vit so brúka skipað námsfrøði?  Skipað námsfrøði ger barnið/tann unga/vaksna meira sjálvstøðugan, tað stuðlar innlæring og ger skiftini lættari.

Menniskju við autismu hava avbjóðingar við teimum eksekutivu funktióninum, sum m.a. hjálpir okkum at skipað og raðfesta handlingar. Við at brúka sjónligan struktur kunnu vit hjálpa uppá hesar avbjóðingar.

Á skeiðnum komi eg inná hvussu tann autistiski heilin er øðrvísi ímun til tann neurotypiska(tann vanligi). Eisini fáa tit hugskot til hvørji amboð tit kunnu brúka fyri at stuðla innlæringina. Eisini vísi eg dømir uppá hvussu tit kunnu skipað umhvørvið